Heimasetningur

Ongar myndir

Vika 25

Mánadagur
16. juni
Summardagar við Løkin
Í dag verður aftur ein øðrvísi skúladagur.
Fyrstu tímarnar er ætlanin at gera navnaskelti o.a.
4.-6. tíma fara vit í køkin at gera mat.

At hava við:
-Eina lítla tasku við Nem mál og pennahúsa-við límstift, um tit eiga.
-Ein lítlan matpakka (tí vit fara í køkin seinni) og okkurt drekkandi.
-Vælkomin at taka okkurt spæl/borðspæl við, tí vit fara at hava tíð til spøl eisini.

-Vit byrja kl. 08:00 og eru liðug kl. 13:30.
Týsdagur
17. juni
Summardagar við Løkin
Í dag verður ein rørsludagur á skúlanum. Bæði inni og úti, so verið í hóskandi klæðum og skóm til hetta ella takið við.
Ein matpakki og okkurt drekkandi skulu tit eisini hava við.
-Vit byrja kl. 08:00 og eru liðug kl. 13:30.
Bøkur, bøkur, bøkur
Hava tit enn bøkur liggjandi heima, sum skúlin eigur so takið tær við.
Reyða frílesimappan kann verða heim, men koyr hana ikki burtur, tí vit brúka hana næsta ár.
Nem mál í fimta skal við í skúla í dag. Eg samli tær inn.
Mikudagur
18. juni
Summardagar við Løkin
í dag fer skúlin eina útferð til Saksunar. Verið í hóskandi klæðum og skóm/stilvum. Ein ryggsekk við matpakka og onkurm drekkandi er eisini neyðugt.
-Vit byrja kl. 08:00 og eru liðug kl. 13:30.
Hava tit enn bøkur liggjandi heima, sum skúlin eigur so takið tær við.
Reyða frílesimappan kann verða heim, men koyr hana ikki burtur, tí vit brúka hana næsta ár.
Hósdagur
19. juni
Summardagar við Løkin
í dag er seinasti skúladagur!
Ikki neyðugt við matpakka í dag, tí vit grilla.
Vælkomin at taka spøl/borðspøl við, tí vit fáa eisini tíð at spæla.
-Vit byrja kl. 08:00 og eru liðug kl. 11:00.
Summarheilsan
Tykkum øllum, næmingum og foreldrum verður ynskt eina sera góða og gevandi summarferiu. Takk fyri sera gott samstarv hetta hendingarríka skúlaárið.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í 7.b!!
Skúlin byrjar aftur týsdagin 12.08.25
Blíða heilsan 
Lærararnir
Fríggjadagur
20. juni
Summarferia:):):)

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur