Heimasetningur

Samband:

Joan: 212980

Rógvi: 256146

Ljóðsamanseting (Bókstavalummin)

Legg sjálvljóðini "á", "í", "ó", "i", "e" (teir reyðu bókstavirnar) niður eftir einari rekkju. Set "n" ið framman fyri sjálvljóðini, og spyr síðani, hvat stendur her og flyt "n" ið niður eftir frammanfyri øll sjálvljóðini. Har kemur at standa "ná", "ní", "nó", "ni", "ne".

Set síðani "n" ið aftan fyri øll sjálvljóðini. Spyr, hvat stendur her og flyt "n" ið niður eftir aftanfyri sjálvljóðini. Har kemur at standa "án", "ín", "ón", "in", "en". Eg havi víst næmingunum, hvussu tit nú skulu gera:):)

 

Vika 42

Mánadagur
14. oktober
Heystfrítíð
Týsdagur
15. oktober
Heystfrítíð
Mikudagur
16. oktober
Heystfrítíð
Hósdagur
17. oktober
Heystfrítíð
Fríggjadagur
18. oktober
Heystfrítíð

Takk fyri ein góðan og jaliga foreldrafund.

Avtalur:

Føðingardagar: Gentur bjóða gentum, og dreingir bjóða dreingjum. Um mann hevur hug, kann mann eisini bjóða øllum flokkinum. Føðingardagsgáva - 20kr.

Foreldraráð: Mamman/pápin hjá Magnu, Kataleyu og Fridu. Takk fyri:)

Messangerbólkur til foreldrini.

Flokskonto: Mann upprættar sjálvur eina konto til barnið.

Góðu tit, royni og haldi aftur við telefonunum sum longst. Tit kunnu altíð fáa fatur á okkum báðum 256146 og 212980.

Nøkur praktisk ting:

  • Saksur og límstift í taskuni. Set navn á.
  • Tjúkkur blýantur at skriva við.
  • Træ litblýantar í arbeiðsbókunum. Mann kann brúka tusj í teknibókum.
  • Góður matpakki. Vit drekka vatn ella mjólk.
  • Sigið frá, um barnið ikki kemur í skúla.
  • Sigið frá, um barnið skal aðrastaðni enn í frítíðarskúla. Skrivið sms til tann læraran, sum hevur barnið tann síðsta tíman.
  • Hyggið inn á heimasetningin hvønn dag. Heimasetningurin eru komin í síðsta lagi kl. 15.
  • Samband: Rógvi Nielsen t.l.f. 256146 og Joan Jacobsen t.l.f. 212980. Tit eru altíð vælkomin at ringja, um tit ivast í onkrum.

 

Skjøl og frágreiðing í samband við eldsbrunan mánadagin

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur