Heimasetningur

Flokskonto:

Flytið vinarliga 150kr áðrenn 1.des.

Næsta gjald - 150kr er áðrenn 1.feb.

Tit eru eisini vælkomin at flyta alt í einum.

Minnist til at viðmerkja navn á barni.

6460-6450190

Frá 5.-9. mai fara næmingarnir at hava lesi- og rokniskeið. 
Hetta merkir, at flokkarnir hava føroyskt og støddfrøði alla vikuna. 
Skúladagurin er frá 8.00-12.35, undantikið teir dagar, tá næmingarnir eiga at vera liðug fyrr.

 

Góðu foreldur

Til foreldrafundin var meiriluti fyri, at halda áfram við spælibólkum. Spælibólkarnir hava til endamáls, at knýta bond milllum børn, sum annars ikki spæla saman og kunnu haraftrat vera við til at fyribyrgja happing og læra børn at arbeiða saman.

Her eru spælibólkarnir. Tit kunnu velja ein dag í mánaðinum, tá tað liggur fyri at bjóða spælibólkinum heim í uml 2 timar. Um tað ikki liggur fyri ásetta mánaðin, kunnu tit býta um innanhýsis.  

                                                        

VITJAN AV MARY DROTNING Í GLYVRA SKÚLA

Góðu foreldur og næmingar


Glyvra skúli er partur av Betri Vinir og í tí sambandi kemur Mary Drotning at vitja skúla
mikudagin 11. Juni kl 15.45-16.25.


Næmingar og lærarar í 2. og 3. flokki koma at hava ein leiklut í vitjanini og møta longu kl
15.00. Næmingarnir møta í penum gerandisklæðum.

Skúladagurin endar kl 12.35.


0. og 1. flokkarnir luttaka ikki, men eru vælkomin við sum áskoðarir.


Vit vilja heita á foreldur, um ikki at brúka parkeringsplássini við skúlan, tá vitjanin
verður. Hetta er avlagt til Fylgið hjá Drotningini og starvsfólk skúlans. Víst verður til
onnur alment parkeringspláss í umráðnum.


Tað verður avmerking í skúlagarðinum, oman móti vegnum, hvar fólk kunnu standa. Vit
heita á tykkum at vera í góðari tíð.


Skráin er hendan:
Kl 15.00 Næmingarnir í 2. og 3. flokki møta í skúlastovunum.
Kl 15.45 Mary Drotning kemur at vitja
3. flokkarnir hava Betri Vinir spøl í skúlagarðinum, 2b syngur fyri Mary Drotning og 2a
hevur eitt Betri Vinir upplegg.
Kl 16.25 Drotningin fer avstað aftur.


Vinarliga


Leiðslan

 

 

Vika 25

Mánadagur
16. juni
Vit fara í hagan
Vit eru í skúla frá kl: 8:00 - 12:35 í dag. Vit fara útferð. Bussar koyra okkum niðan á Hústoft og síðani ganga vit til Rituvíkar.

Verið klødd eftir veðrinum og havið ein lítlan ryggsekk við matpakka og drekkidunki.

PS: Latið skúlabøkurnar inn í dag. Eisini um tit finna onkra gloymda bók. ;)
Týsdagur
17. juni
Hjól og djóradagur
Í dag er djóra og hjól dagur í Glyvra skúla. Tað eru 3.flokkarnir, sum hava djór við. Allir næmingarnir kunnu hava hjól við, tó ikki súkklu. Eisini er neyðugt at hava hjálm og aðrar verjur um neyðugt. Næmingarnir hjóla á parkeringsøkinum, so millum klokkan 8:00 og 10:00 er parkeringsøkið stongt.
Skúladagurin byrjar til vanliga tíð kl. 8:00 og er liðugur kl. 12:30.

At hava við: Ein lítlan ryggsekk við matpakka og onkrum drekkandi.
Mikudagur
18. juni
Spøl í skúlagarðinum
Vit eru í skúla frá kl: 8:00 - 12:35 í dag. Fara at spæla spøl í skúlagarðinum.

At hava við: Ein lítlan ryggsekk við matpakka og pennahúsanum.
Hósdagur
19. juni
Seinasti skúladagur
Vit eru í skúla frá kl:8:00 - 11:40 í dag og er hetta síðsti skúladagur í hesum skúlaárinum.

Í dag fara vit at spæla dyst: næmingar ímóti lærarum. Hava sangløtu saman við forskúlanum og at grilla.  

Ikki neyðugt at hava matpakka ella pennahúsan við í skúla í dag.
Takk fyri í ár og góða summarferiu :)
Fríggjadagur
20. juni

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur