Heimasetningur

Smíð

Kæru foreldur

Vit hava avgjørt at øll felags boð verða løgd inn á heimasetningin. Annað samskiftið við lærararnar í flokkinum fer fram við telefon ella við vanligum samrøðum andlit til andlits. Eingin felags kunning verður løgd inn Facebookbólkin hjá flokkinum, og tí  mugu tit fylgja væl við á heimasetninginum.

Tit kunnu ringja fram til klokkan 19, og senda boð aftan á klokkan 6.30 um morgunin.

Við vón um gott samstarv

Bartal, flokslærari, tlf. 281479

Sharon tlf. 275532

Pálin tlf. 223534 

Í døgunum 17-28. mars er felags lesiátak í skúlanum við Løkin fyri allar næmingarnar í miðdeild, har øll lesa í 20 minuttir hvønn dag.

Vit fara at hava tvær felags lesiløtur, har øll - bæði vaksin og næmingar - lesa í 15 minuttir í sínari bók til morgunsang.

Vika 13

Mánadagur
24. mars
Danskt
Minnist til dansktheftið, sum eitur Danmarkshæfte. Tað skal liggja í skúlanum.
Støddfrøði
Stk 768 - 769 - 770
Be
Týsdagur
25. mars
Kunning
Eg arbeiði fulla tíð við leikinum í 10.flokki fram til páskaferiuna. 5.b. hevur vikarar hesa tíðina, so vikararnar geva skúlatingini fyri.
Vh Sharon
Mikudagur
26. mars
Støddfrøði
Stk 771-772-773-774-775
Be
Hósdagur
27. mars
Fríggjadagur
28. mars

The Singing Plants

Hugskot, tá ið tit gera skúlating, tá ið barnið ikki veit, hvussu tað skal gera:

1. "Les uppgávuna upp fyri mær*".  Ofta vita tey longu nú, hvat tey skulu gera. Barnið skal lesa upp, tí við at lesa upp, bæði sær, sigur og hoyrir barnið tekstin alt í einum.

2. "Hvat verður tú biðin um at gera?" Svarið er oftast í spurninginum til uppgávuna. 

3. "Hvat gongur uppgávan út uppá?" Endamálið við uppgávuni. (T.d. at benda sagnorð, at duga betur at falda, duga betur at lesa).

4. Hvat skilir tú ikki?" Nú kunnu tit tosa saman um tað, sum barnið ikki skilir. Skal tað lesa, leita eftir svari og síðan skriva ella rokna?

5. "Hvør dugir at hjálpa tær?" Heima er hjálpin foreldur, systkin ella onkur annar. Í skúlanum kann hjálpin vera lærarin, ein floksfelagi ella ein stuðul.

*Hevur barnið lesi/skrivitrupulleikar, lesa tit upp, ímeðan barnið roynir at fylgja við í tekstinum, ella brúka lesi/skrivitøkni, um barnið hevur lært at brúka hesi amboðini.

Blíðar heilsanir 

Pálin

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur