Tíðindi

Felags foreldrafundur og uppstillingarfundur verður 23. oktobur

20.10.2024

Felags foreldrafundur í Løkshøll

(In english below)

23. oktobur kl. 19-20 eru tit boðin til árliga felagsforeldrafundin, har varpað verður ljós á, hvussu vit sum foreldur kunnu gera mun fyri skúlagongdina.

Skráin:

· Ársfrágreiðing frá skúlastýrisforkvinnu

· Torfinnur Højgaard, lærari, greiður frá hvussu mentan, foreldur og næmingar eru broytt gjøgnum tey 40 árini

· AKT lærari í Runavíkar kommunuskúla greiður frá hvussu gongdin hevur verið í Runavíkar Kommunuskúla, og hvussu mentannin er nú.

Skúlablaðið skrivaði tvær greinar við Torfinni Højgaard fyrr í ár og var hetta eftirfylgjandi varpað í fleiri miðlum. Vit foreldur vita sjálvi, at skúlin er nógv mentur og virði fyri einstaka er sett nógv hægri, enn fyri 20-40 árum síðani. Hetta kvøldið hava vit møguleika at hoyra hugleiðing og eftirfylgjandi umrøða hetta, tá tað verður drekkamunnur í kantinuni aftaná fundin.

Greinar í Skúlablaðnum:

Lættari fyrr at fáa næmingar at hugsavna seg

Foreldur blanda seg

 

Uppstillingarfundur til skúlastýrið fyri Glyvra skúla og Runavíkar skúla

23. oktobur kl. 20:30 verður uppstillingarfundur til skúlastýrið í Løkshøll. Undirtøkan var góð í 2020 og fleiri foreldur vóru á listanum.

Skúlastýrið er mannað av 3 foreldraumboðum, 2 býráðspolitikarum, 1 læraraumboð og skúlastjórin er skrivari. Skúlastýrið hevur íalt 5 árligar fundir og skipar fyri felagsforeldrafundinum.

Leinkja til lýsing av Skúlastýrinum

 

An Annual meeting for all the parents in Glyvra- and Runavíkar school. 


On 23rd of October at 19:00-20:00, we invite you to the annual meeting in Løkshøll, where we will put focus on how our parental role affects the school. 
The programme: 
- The President of the school board gives the yearly update 
- Torfinnur Højgaard, teacher, shares about how culture, parents and students have changed over these past 40 years. 
 - AKT teacher (the one in charge of well-being of the students) shares about the changes seen in Runavikar School and what the culture is now.
 
 After these lectures, there will be a meeting, where parents, who wish to enroll as a candidate for the upc

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur